Barrvørður til Hallartún

Vit leita eftir barrvørði til Hallartún, sum dugir at sjonglera millum at gera drinks við einari hond, halda barrina reina og ordiliga við hinari og samstundis práta við gestirnar.

Vit bjóða

Eitt spennandi arbeiðspláss í eini barr og matstovu, sum altíð er í menning. Her eru uppgávurnar fjølbroyttar og avbjóðandi, við nógvum vitjandi úr øllum heimsins hornum. Tú verður við til at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgar altjóða standardir, og har gestirnir vænta og skulu fáa eina uppliving og tænastu í heimsklassa.

Vit vænta at tú

  • klárar at málbera teg á føroyskum, enskum og skandinaviskum
  • hevur gott fólkatekki
  • brennir fyri barr-, tænastu- og matstovufakinum
  • ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
  • trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg
  • sært virði í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum
  • ert 18 ár ella eldri

Royndir innan barr og matstovu hevur fyrimunir.

Setan

Talan er um eitt fast starv, sum er í vaktum í gerandisdøgum og í vikuskiftinum. Løn og setanartreytir sambært galdandi sáttmála.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo í seinasta lagi 18. mars 2024 og samrøður verða stutt eftir tað. Byrjunardagur er 1. apríl ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Ragnar Fjallstein Dam, F&B Manager, á bar@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 59 26 52.