Høvuðskokkur til Hallartún
Ert tú vælskipað/ur, gongur tú høgt uppí góðsku og hevur tú evnini at leiða eitt av fremstu kokkatoyminum í landinum?
So er tað júst tær, vit leita eftir. Okkum tørvar ein vælskikkaðan, jaligan og ágrýtnan høvuðskokk til Hallartún á Hilton Garden Inn Faroe Islands.
Tað verður tín uppgáva
At vera virkin partur í menningini av matúrvalinum í Hallartúni og Hilton Garden Inn Faroe Islands
At hava ábyrgd av at halda góðskuna á einum høgum støði
At syrgja fyri, at starvsfólkini í køkinum hava eitt vælskipað og gott arbeiðsumhvørvi
At røkja skynsamt innkeyp og halda skil á vørunýtslu
At samstarva við hotelleiðaran og matstovustarvsfólkini um at veita bestu heildarupplivingina
At tryggja sera góða veitingartrygd mótvegis vistveitingarkundum
Vit vænta
At tú ert útbúgvin kokkur við góðum royndum
At tú ert natúrligt vælskipað/ur sum persónur og dugir at hava yvirlit
At tú trívist í einum leiðarasessi
At tú ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
At tú ert sinnaður at samstarva við fólki frá ovastu til niðastu rók
Setan
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 18. august 2024.
Vit halda samrøður leypandi.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira?
Set teg so í samband við Rógva Mikkelsen, hotellstjóra, á rogvi@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 29 40 40