Kokkalærlingur til Hallartún

Kennir tú eina tiramisu frá eini tartar og brennir tú fyri matgerð?

Vit leita eftir kokkalærlingi til eina av fremstu matstovunum í Føroyum – Hallartún.

Vit hava ein nútímans køk, har starvsfólkini eru roynd, røsk og góð at læra frá sær.

Vit bjóða

Eitt spennandi arbeiðspláss í eini matstovu, sum altíð er í menning. Tú verður partur av einum góðum og konstruktivum kokkatoymi og einum framsøknum arbeiðsplássi.

Vit hava høgar altjóða standardir, har gestirnir vænta og skulu fáa uppliving og tænastu í heimsklassa.

Tú fært ein týðandi leiklut í køkinum, har tín gerandisdagur fyrst og fremst fer at snúgva seg um matgerð. Eisini fært tú góðar møguleikar at mennast og seta tín dám á okkara køk, samstundis sum tú verður kendur við títt nýggja yrki sum kokkur.

Vit vænta at tú

• Ert álýtandi og dugir at taka ábyrgd

• Ert ágrýtin og hevur áhuga í kokkayrkinum og hvat rørir seg í gastronomiska heiminum

• Hevur góð samstarvsevni

• Dámar at arbeiða við skiftandi uppgávum.

• Dámar at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi

• Hevur lokið 1. skúlaskeið (grundforløb) í kokkaútbúgving frá tekniskum skúla. Tó ikki krav.

Setan

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. mai 2024.

Vit halda samrøður leypandi.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?

Set teg so í samband við Svein Patursson, høvuðskokk, á svein@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 26 40 77