
Marknaðarsamskipari til Hilton Garden Inn
Vit leita eftir einum marknaðarsamskipara til Hilton Garden Inn og Hotel Vágar
Tú skal vera við til at menna hugskot og tilgongdir, sum styrkja okkara samleika og sjónligheit á marknaðinum, útinna marknaðarætlanina fyri alt okkara virksemi, umframt at verða ein virkin partur av sølutoyminum.
Vit vænta, at okkara marknaðarsamskipari er ein væl skipaður persónur við dirvi til at ganga á odda við marknaðarføringini, men eisini luttaka í útfarandi sølu, tá tað krevst. Tað er ein fyrimunur at hava hóskandi útbúgving innan marknaðarføring (marknaðarføringsbúskap, bachelor í marknaðarføring, grafiskt design, multimediedesign ella líknandi), tó kunnu góðar royndir vera eins umráðandi og uppaftur betri, um ein hevur vitan ella royndir innan hotell og matstovuvinnuna.
Gerandisdagurin hjá marknaðarsamskiparanum snýr seg um:
At menna og útinna okkara marknaðarætlan í samstarvi við ymisku deildirnar
At umsita okkara sosialu miðlar
At umsita og skriva lýsingartilfar
At samskipa myndatøkur og størri og smærri marknaðarátøk
At umsita okkara heimasíður (WordPress)
At vera partur at okkara útfarandi sølu
Vit bjóða
Eina kappingaføra løn eftir avtalu
Eitt gott og stabilt arbeiðsumhvørvi
Eitt sera professionelt og kompetent toymi
Eina lekra matarskipan
Møguleika at luttaka í sølufremjandi messuvirksemi uttanlands
Góðir fyrimunir hjá okkara matstovum og hotellum.
Ein spennandi og skiftandi gerandisdag við góðum møguleikum fyri persónligari menning
Setan
Starvið sum marknaðarsamskipari verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn.
Umsókn
Umsókn við lívrensli og avrit av prógvum og viðkomandi tilfari kann sendast til starv@hiltongardeninn.fo. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 31. januar 2025.
Vilt tú vita meira?
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rógva Mikkelsen, stjóra á +298 294040 ella rogvi@hiltongardeninn.fo.
Um okkum:
Hilton Garden Inn og Hotel Vágar eru tvey av nýggjastu hotellunum á føroyska marknaðinum við einum stórum útlendskum kundanetverki. Her er ein skjóttgangandi gerandisdagur, har vit altíð leggja dent á góðsku – um tað er í matstovunum, fundarvirksemi ella vistveiting úti av húsinum.