Morgunfrískur ábyrgdarpersónur til morgunmatin

Er tú morgunfrískur við einum stórum smíli og dámar tær væl at geva góða tænastu?

Vit leita eftir einum frískum og fryntligum ábyrgdarfólki til morgunmatin á Hilton Garden Inn.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Elskar at byrja dagin tíðliga við einum smíli
  • Er fyrikomandi og gestablíð/ur
  • Er sjálvstøðug/ur og trivist í einum skiftandi umhvørvi

Tú verður ein stórur partur av at tryggja og menna okkara gestauppliving saman við okkara stóra toymi av fittum og dugnaligum starvsfólki. Starvið er eitt fulltíðarstarv. Tað er ein fyrimunur at hava royndir við matstovuvirksemi, men ikki ein fyritreyt.

Um tú hevur spurningar til starvið kanst tú venda tær til Ásvør Árting á asvor@hiltongardeninn.fo ella á telefon +298 272504.

Send eitt stutt CV til starv@hiltongardeninn.fo

Freistin at søkja starvið er: 14/3 – 2025 klokkan 16.00