Kokkalærlingur til Hilton Garden Inn


Ert tú okkara nýggi kokkalærlingur?

Hallartún á Hilton Garden Inn leitar eftir einum eldhugaðum og ágrýtnum kokkalærlingi, sum vil gerast partur av okkara dugnaliga køkstoymi.
Lærutíðin byrjar í juli 2025.

Sum lærlingur hjá okkum verður tú ein virkin partur av einum spennandi og fjølbroyttum køki, har vit dagliga gera mat til bæði gestir úr nær og fjar. Tú fært møguleikan at arbeiða í einum altjóða umhvørvi, har góðska og gestablídni eru í hásæti – og har vit eisini leggja stóran dent á, at tú mennist og trívist.

Tú sleppur at royna teg við øllum frá morgunmati og à la carte til veitslur og størri tiltøk. Umframt fert at læra av kokkum, sum brenna fyri sínum yrki og sum fegin læra frá sær.

Vit vænta, at tú

  • Hevur áhuga fyri matgerð og góðsku
  • Hevur áræði og vil læra
  • Ert álítandi og íðin
  • Dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í einum toymi

Vit bjóða tær

  • Eina spennandi lærutíð við góðum vegleiðarum
  • Eitt arbeiðspláss við góðum samstarvi og sterkum felagsskapi
  • Møguleika fyri menning og ábyrgd

Lærutíðin og setanartreytir
Lærutíðin er 3 ár og 9 mðr.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfar skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Teitur Christensen á teitur@hiltongardeninn.fo ella á tlf. +298 29 40 01.

Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands lat dyrnar upp í 2020 og er partur av heimsfevnandi Hilton-ketuni. Hotellið er fyrsta og einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit liggja í vøkru náttúruni í útjaðaranum í Tórshavn – tætt við grøn økir og sjógv, og samstundis bert fáar minuttir frá miðbýnum. Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, venjingarmiðstøð, vælveruøki og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður. Harumframt barr og matstovuna Hallartún, ið borðreiður við allarbestu føroysku rávørunum.