Kokkur til Hilton Garden Inn

/ English below /

Hallartún, á Hilton Garden Inn, leitar eftir einum eldhugaðum og ágrýtnum kokki, sum vil gerast partur av okkara dugnaliga køkstoymi.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Sum kokkur hjá okkum verður tú ein virkin partur av einum spennandi og fjølbroyttum køki, har vit dagliga gera mat til bæði gestir úr nær og fjar. Tú fært møguleikan at arbeiða í einum altjóða umhvørvi, har góðska og gestablídni eru í hásæti – og har vit eisini leggja stóran dent á, at tú mennist og trívist.

Starvið fevnir um alt frá morgunmati og à la carte til veitslur og størri tiltøk.

Vit leita eftir tær, sum
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
  • Trívist væl undir trýsti
  • Góðir samstarvsførleikar og ein jaligan arbeiðshátt
Vit bjóða

Eitt væl umtókt og spennandi starvspláss, har tú verður ein partur av einum sera dugnaligum toymi. Tú verður við til at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgar altjóða standardir. Eitt gott starvspláss er eisini merkt av einum jaligum arbeiðsumhvørvi, har samstarv og virðing er okkara lyklaorð.

Setan

Starvið er uml. 30 – 40 tímar um vikuna. Starvið er í høvuðsheitum í vikuskiftinum.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfar skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Teitur Christensen á teitur@hiltongardeninn.fo ella á tlf. +298 29 40 01.

Um okkum

Hilton Garden Inn Faroe Islands lat dyrnar upp í 2020 og er partur av heimsfevnandi Hilton-ketuni. Hotellið er fyrsta og einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit liggja í vøkru náttúruni í útjaðaranum í Tórshavn – tætt við grøn økir og sjógv, og samstundis bert fáar minuttir frá miðbýnum. Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, venjingarmiðstøð, vælveruøki og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður. Harumframt barr og matstovuna Hallartún, ið borðreiður við allarbestu føroysku rávørunum. 

Chef to Hilton Garden Inn

Hallartún at Hilton Garden Inn is looking for a passionate and dedicated chef to join our talented kitchen team.
The position will be filled as soon as possible.

As a chef with us, you will be an active part of an exciting and diverse kitchen, where we prepare meals daily for guests from near and far. You will have the opportunity to work in an international environment, where quality and hospitality are top priorities – and where we also place great emphasis on your growth and well-being.

The job includes everything from breakfast and à la carte to banquets and larger events.

We are looking for someone who
  • Can work independently and in an organized manner
  • Thrives under pressure
  • Has good collaboration skills and a positive work attitude
We offer

A well-regarded and exciting workplace, where you will be part of a highly skilled team. You will help shape a modern and progressive workplace that maintains high international standards. A good workplace is also characterized by a positive working environment, where cooperation and respect are our key values.

Employment

The position is approx. 30–40 hours per week, primarily on weekends.
Salary and terms of employment follow the applicable agreement.

Application

Applications with CV and relevant documents should be sent to starv@hiltongardeninn.fo. All applications will be handled confidentially.
If you have questions, you are welcome to contact Teitur Christensen at teitur@hiltongardeninn.fo or by phone at +298 29 40 01.

About us

Hilton Garden Inn Faroe Islands opened its doors in 2020 and is part of the worldwide Hilton chain. The hotel is the first and only international hotel in the Faroe Islands. We are located in beautiful natural surroundings on the outskirts of Tórshavn – close to green areas and the sea, yet only a few minutes from the city center. The hotel has 130 modern rooms, a fitness center, wellness area, and excellent conference and meeting facilities, as well as a bar and the restaurant Hallartún, which serves dishes made with the finest Faroese ingredients.