
Morgunfrískur tænari til morgunvaktina
Ert tú morgunfrískur við einum stórum smíli og er ábyrgdarfull/ur?
Hilton Garden Inn søkir tænarar til fastar morgunvaktir annaðhvørt vikuskifti. Um ynski er, ber eisini til at fáa eyka vaktir.
Vit leita eftir tær, sum:
- Er 18+ ár
- Elskar at byrja dagin tíðliga við einum smíli
- Er fyrikomandi og gestablíð/ur
- Er sjálvstøðug/ur og trivist í einum skiftandi umhvørvi
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum tænari, men tað er ikki eitt krav
Tú verður ein stórur partur av at tryggja og menna okkara gestauppliving saman við okkara toymi av fittum og dugnaligum starvsfólki.
Setan
Starvið verður sett sum skjótast.
Starvið er fast morgunvaktir annað hvørt vikuskifti í uml. 12 tímar tilsamans.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfar skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Ásvør Árting á asvor@hiltongardeninn.fo ella á tlf. +298 27 25 04.
Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands lat dyrnar upp í 2020 og er partur av heimsfevnandi Hilton-ketuni. Hotellið er fyrsta og einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit liggja í vøkru náttúruni í útjaðaranum í Tórshavn – tætt við grøn økir og sjógv, og samstundis bert fáar minuttir frá miðbýnum. Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, venjingarmiðstøð, vælveruøki og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður. Harumframt barr og matstovuna Hallartún, ið borðreiður við allarbestu føroysku rávørunum.

