
Páskini á Hilton
Ger páskirnar heilt serligar í ár. Vit hava sett hugnan í fremstu røð við stuttligum tiltøkum til børnini og avslappandi hjúkli til tey vaksnu. Um tað skal vera eitt lekkurt getaway, ein góð páskabrunsj ella ein góður páskadøgurði, so hava vit tilboðini klár.
Páska-Getaway
Hála stikkið úr og njót ein væl uppibornan steðg frá gerandisdegnum. Vit bjóða ein serligan páskaprís!
Úr 750 kr fyri tvey
Páskabrunsj
& Barna-Bio
Byrja dagin við okkara páskabrunsj, har vit hava gjørt eitt sindur eyka burtur úr við serligum páskarættum. Og tað besta? Meðan tey vaksnu njóta kaffi og mat í friði, lata vit upp til Barnabio í einum av hølunum, har tey smáu kunnu hugna sær við einum góðum filmi.
Vaksin 245 kr, børn 3-12 ár125 kr og børn 0-3 ár ókeypis!
Páskaposa-veiða
fyri børnini
Ongi páskir uttan skattaveiðu! Vit bjóða øllum børnum við á eina spennandi veiðu runt á hotellinum. Megnar tú at loysa uppgávuna og finna tín heilt egna páskaposa við lekkrum innihaldi?

PÁSKADØGURÐI
Oksabein -20%
Tá kvøldið fellur á bjóðar matstovan eina serliga páskauppliving. Royn okkara lekra, langtíðarstokta oksabein.
Fyrr 600 Nu 480 kr


