Barrvørður til Hilton Garden Inn

Barrvørður til Hilton Garden Inn
Ert tú okkara nýggi barrvørður?
Ert tú tænastusinnað/ur, smílandi og trívist tú í einum arbeiðsumhvørvi, har ferðin er høg og gestirnir eru í miðdeplinum, og ert tú áhugað/ur í mati, víni og drekka? So ert tú kanska tann, vit leita eftir!
Hilton Garden Inn søkir eftir barrvørði til okkara barr í Hallartún.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og livandi starvspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum og arbeiðssomum toymi. Tú verður við til at mynda eitt arbeiðspláss við altjóða standardum, har góður stemningur, felagsskapur og virðing er í hásæti. Vit leggja dent á góðan trivnað og gott samstarv ímillum starvsfólk.
Starvið fevnir m.a. um
- At borðreiða við mati, víni og drykki
- At skapa eina hugnaliga uppliving fyri gestum
- At arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkatoyminum
- At arbeiða annaðhvørt vikuskifti, avloysari, og vistaveiting
Vit vænta, at tú
- Ert 18+ ár
- Royndir sum barrvørður er ein fyrimunur, men ikki krav
- Kanst veita eina framúr tænastu
- Ert fyrikomandi, smílandi og góðar samskiftisførleikar
- Dámar at arbeiða við fólki
- Hevur gott yvirlit og dugir at arbeiða undir trýsti
- Dugir at arbeiða sjálvstøðug/ur og ert ábyrgdarfull/ur
- Dugir føroyskt, danskt og enskt
Setanartreytir
Starvið verður sett beinanvegin.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi gistingarhússáttmála.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfar skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar
So ert tú vælkomin at venda tær til Ragnar Fjallstein Dam á ragnar@hiltongardeninn.fo ella á tlf. +298 59 26 52.
Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands lat dyrnar upp í 2020 og er partur av heimsfevnandi Hilton-ketuni. Hotellið er fyrsta og einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit liggja í vøkru náttúruni í útjaðaranum í Tórshavn – tætt við grøn økir og sjógv, og samstundis bert fáar minuttir frá miðbýnum. Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, venjingarmiðstøð, vælveruøki og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður. Harumframt barr og matstovuna Hallartún, ið borðreiður við allarbestu føroysku rávørunum.

