Saman við Dario’s Truffles bjóðar Hallartún til Trøflukvøld 2. novembur.

Við hava bjóðað Dario Perisic frá Dario’s Truffles heim í Hallartún. Hann verður á gólvinum og greiður frá sínum marglætis rávørum, teirra millum hvíta Alba trøflan, sum er fullbúnað hesa árstíð og er at finna á matskránni hjá Jordnær, Koan og Restaurant Marchal, og nú eisini í Hallartúni. Nýggi skiparin á brúnni hjá Hallartúni, Teitur Christensen, høvuðskokkur, hevur skorið, stokt og smakkað farnu vikurnar og er nú klárur við spennandi matskrá til Trøflukvøldið

MATSKRÁ

BRELLBITAR
Arincini de pesce

Croque truffe

Brillant savarin við trøflu

FORRÆTTIR
Jákupsskeljar við jarðkneysum, kantarellum, estragon & trøflutara

Toskur við aligot, trøflu, olivum & olivinolju

Agnolotti við parmesan, rósmarin & smøri

HØVUÐSRÆTTUR
Tornedos Rossini við lundum, madeira, foie gras & trøflu

OMANÁ
Mascarponeísur við mandlum & trøflu

Matskrá
1.195,-

Gist á Hilton Garden Inn

Øll kømur eru tey útgjørd við ókeypis WiFi, 55” sjónvarp, køliskáp, arbeiðsborð, ergonomiskur stólur og kaffi og te heintleikar– alt so tú følir teg sum heima.

24 fermetrar

Twin room

Kamarið hevur tvær einkult sengur á 120 x 200 cm hvør. Kømurini fáast á 1. til 5. hædd.

24 fermetrar

Queen Room

Kamarið hevur eina dupultsong á 150 x 200 cm, og er sera vælegnað til pør. Kømurini fáast á 1. til 5. hædd.

24 fermetrar

King Room

Kamarið hevur eina dupultsong á 180 x 200 cm, og er sera vælegnað til pør. Kømurini fáast á 1. til 5. hædd.

36 fermetrar

King Junior Suite

Kamarið hevur eina dupultsong á 180 x 200 cm, og hevur eisini eitt stovuøki.

Vælvera

Tú kanst bíleggja okkara vælveruøkið, so tit hava hitarúm og gosbað fyri tykkum sjálvi í eina løtu.

Uttandura gosbað

Gosbaðið stendur á takterassuni, og hevur pláss fyri 8 fólki í senn.

Hitarúm

Rúmliga hitarúmið hevur glasiligt útsýni yvir Hoydalar.

Venjingarhøli

Tá tú gistir er ókeypis at nýta venjingarhølið, sum hevur nýggjastu útgerðina frá Life Fitness.