Avloysari til Hallartún og events

Hallartún á Hilton Garden Inn Faroe Islands er ein og fremstu matstovunum í føroyum og vit leita eftir ágrýtnum avloysara at arbeiða bæði dag, kvøld og vikuskiftisvaktir.

Vit bjóða

Eitt spennandi og livandi starvspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum og arbeiðssomum toymi. Tú verður við til at mynda eitt arbeiðspláss við altjóða standardum, har góður stemningur, felagsskapur og virðing eru í hásæti.

Vit leggja dent á góðan trivnað og gott samstarv millum starvsfólk.

Arbeiðstíðir:

  • Skiftandi dagvaktir, og kvøldvaktir. Frá mánadag til sunnudag.
  • Møguleiki er fyri fastar vaktir

Starvið fevnir m.a. um:

  • At borðreiða mat og drykkir
  • At skapa eina hugnaliga og góða uppliving fyri gestum
  • At arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkatoymið
  • At arbeiða í skiftandi vaktum

Vit vænta at tú

  • Ert 18 á ella eldri
  • Royndir sum tænari eru ein fyrimunur, men ikki krav
  • Klárar at málbera teg á føroyskum, enskum og skandinaviskum
  • Dugir at veita framúr tænastu
  • Ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
  • Hevur gott yvirlit og dugir at arbeiða undir trýsti
  • Sært virði í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum
  • Ert fleksibul, hevur møguleika at taka nógvar vaktir

Setan

Starvið verður skjótast gjørligt
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi gistingarhússáttmála.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfari skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar?
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ragnar Fjallstein Dam
e-mail: ragnar@hiltongardeninn.fo tlf: +298 59 26 52

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!