Jólaborðhald á Hilton

Ger jólaborðhaldið til nakað serligt

Lat okkum taka okkum av tí praktiska, meðan tit hugna tykkum saman.
Vit hava sett saman ein jólaborðhaldspakka við vælkomudrykki og brellbitum, trimum rættum, kaffi, te og avec – alt í hugnaligu karmunum hjá okkum

Veitslupakkin

Ein matskra fyri øll

  • FORRÆTTUR
    Marineraðar jákupsskeljar við jarðkneysakrem, salat, peru, trøffla vinaigrette og kervil
  • HØVUÐSRÆTTUR
    Konfiterað dunnulær við reyðkáli, súrepli, sviskum, epli og sós
  • OMANÁ
    Mandlurís við hvítari sjokulátu og kirsuberjasós

Jólaborðhald, har vit hava hugsað um alt

Frá fyrsta vælkomudrykkinum til seinasta kaffimunnin. Vit taka okkum av matinum, borðreiðingini og tænastuni, so tit kunnu leggja arbeiðið frá tykkum og bara njóta kvøldið.

Vælkomudrykkur

Byrjið kvøldið við einum vælkomudrykki og brellbitum. Veljið millum, við ella uttan alkohol.

Brellbitar

Smáir, leskiligir bitar at byrja kvøldið við, áðrenn jólaborðið verður borið fram.

Drekkivørur

Til máltíðina kunnu tit velja millum vín, øl og sodavatn, so tit fáa tað, ið hóskar best til tykkara kvøld.

Tilkeyp fría barr


Vilja tit gera tað heilt einfalt, kunnu tit leggja fría barr afturat fyri 295 kr. fyri hvønn.

Prísur fyri hvønn

1095 kr

Vælkomudrykkur, Brellbitar, 3 rættir við vín, øl og sodavatn, Kaffi, te og avec.

Ring til Eydnu á +298 29 40 12