Hólmurin
Vælkomin í okkara nýggja veitslu- og fundarhøli!
Herfyri var Jákup Andrias frá Skift á gáttuni og gjørdi eina framsýning av okkara nýggja høli, sum vit hava valt at kalla ‘Hólmurin.
Tað er eitt serliga fjølbroytt høli, ið hevur rammurnar øll høvur – alt frá at hátíðarhaldar veitslur, móttøkur, vælkomur og til dans við egnu barr eftir eitt borðhald til fundir og ráðstevnur.
Hólmurin er útgjørdur øllum hentleikum – ljós og ljóðútgerð til orkestur, tvey vesi, egið útiøki og barr. Harumframt hevur hølið eitt heilt serligt eyðkenni – Tað bjóðar eitt vakurt og natúrligt útsýni yvir Krákugjógv, Svartafoss, Hoydalar og Boðanes.
Vit hava lagt dent á at seta bestu hølisrammurnar, og við sínum hugnaliga og samstundis nýmótans sniði, er Hólmurin eitt stað, ið hóskar seg væl til bæði stór og smærri tiltøk.




