Um starvið
Sum Tænastuleiðari fært tú fulla ábyrgd av bæði dagliga rakstrinum og strategisku menningini av tænastuvirkseminum hjá Hilton Garden Inn. Tú tryggjar høga góðsku í gestaupplivingini, góð fíggjarlig úrslit og eitt motiverað toymi. Tænastudeildin á Hilton Garden Inn fevnur um morgunmatarmatstovu, miðmála, kvøldmatstovuna Hallartún, fundar- & veitsluvirksemi umframt vistveiting. Tænastuleiðarin hevur evstu ábyrgd og kann hava skikkaði fólk undir sær.
Tínar høvuðsuppgávur
- Yvirskipað ábyrgd av fíggjarliga rakstrinum (At halda fíggjarætlan og røkka ítøkilig mál)
- Leiðsla og menning av Tænastutoyminum við fokusi á úrslit og trivnað
- Vaktarskipan
- Tryggja høga góðsku í vørum og tænastum
- Menning og íverksetan av F&B strategi og konseptum
- Menna og viðlíkhalda arbeiðsgongdir og effektivisera raksturin
- Setan, onboarding og støðug venjing av starvsfólkum
- Skapa eina sterka mentan við fokus á at skapa úrslit og góðar upplivingar
Vit vænta, at tú
- Hevur royndir frá líknandi leiðslustarvi innan hotell ella matstovu
- Er sterk/-ur innan rakstur og fíggjarstýring
- Hevur góðar leiðslueginleikar og dugir at motivera starvsfólk
- Arbeiðir skipað og hevur eyga fyri smálutum
- Hevur handilsliga fatan og dugir at menna virksemið
- Trívist í einum umhvørvi við høgum tempo
Vit bjóða
- Eitt týdningarmikið leiðslustarv við stórari ávirkan
- Møguleika at seta tín dám á menningina av Tænastudeildini
- Partur av einari altjóða hotellketu við sterkum standardum og menningarmøguleikum
- Eitt professionelt og ambitiøst arbeiðsumhvørvi
- Kappingarføra løn og starvstreytir
- Góðar ágóðar
Setan
Starvið verður sett eftir avtalu. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn. Løn og setanartreytir sambært avtalu.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. juni 2026. Vit halda samrøður leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Rógva Mikkelsen, stjóra, á rogvi@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 29 40 40
Um okkum:
Hilton Garden Inn Faroe Islands er altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar gestaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 283 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður.

