
Starvsfólk til kantinudeildina
Vit leita eftir ágrýtnum og sjálvbjargnum starvsfólki til okkara kantinuvirksemi at arbeiða 30-35 tímar um vikuna.
Vit hava økt um okkara kantinuvirksemi og hava nú tørv á fryntligum starvsfólk til at hava ábyrgd av at passa dagliga kantinuvirksemið. Talan er ikki um matgerð, men um at passa og viðlíkhalda sjálvtøkuborð á kantinunum umframt at vera um reinførið og hava eitt eyga á smálutum.
Tú tekur móti gestum við einum smíli, og er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá okkara viðskiftafólki. Tí er tað umráðandi:
- At tú ert ábyrgdarfull/-ur og hevur eyga fyri smálutum
- At tú arbeiðir sjálvstøðugt
- At tær dámar væl at vera millum fólk hvønn dag
- At tú dugur væl at samskifta bæði við viðskiftafólk og starvsfelagar
- At tú hevur lætt til smíl
Vit bjóða:
- Eitt fjølbroytt og sosialt starv
- Eitt starv í einari deild í stórari menning
- Eitt gott og væl skipa arbeiðsumhvørvi
- Góðar starvsfólkaágóðar
Setan
Starvið verður sett eftir avtalu. Starvsstaðurin verður á ein av kantinum okkara í Tórshavn.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 19. juni 2026. Vit halda samrøður leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Jákup Sumberg, Leiðara, á jakup@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 29 40 02
Um okkum:
Hilton Garden Inn Faroe Islands er altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar gestaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 283 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður umframt kantinu- og vistveitingarvirksemi.

