Jólaborðhald á Hilton

Ger jólaborðhaldið til nakað serligt

Lat okkum taka okkum av tí praktiska, meðan tit hugna tykkum saman. Vit hava sett saman ein jólaborðhaldspakka við vælkomudrykki og brellbitum, trimum rættum, kaffi, te og avec – alt í hugnaligu karmunum hjá okkum.

Jólaborðhald á Hilton

Veitslupakkin

Ein matskrá fyri øll

Forrættur

Marineraðar jákupsskeljar við jarðkneysakremi, salati, peru, trøfflu vinaigrette og kervli.

Høvuðsrættur

Konfiterað dunnulær við reyðkáli, súreplum, sviskum, eplum og sós.

Omaná

Mandlurís við hvítari sjokulátu og kirsuberjasós.

Jólaborðhald, har vit hava hugsað um alt

Vælkomudrykkur

Byrjið kvøldið við einum vælkomudrykki og brellbitum. Veljið millum, við ella uttan alkohol.

Brellbitar

Smáir, leskiligir bitar at byrja kvøldið við, áðrenn jólaborðið verður borið fram.

Drekkivørur

Til máltíðina kunnu tit velja millum vín, øl og sodavatn, so tit fáa tað, ið hóskar best til tykkara kvøld.

Tilkeyp fría barr

Vilja tit gera tað heilt einfalt, kunnu tit leggja fría barr afturat fyri 295 kr. fyri hvønn.

Prísur fyri hvønn

Vælkomudrykkur, brellbitar, 3 rættir við vín, øl og sodavatn, kaffi, te og avec.

Vit finna røttu loysnina saman

Hevur tú spurningar ella serlig ynski, so eru vit klár at hjálpa tær. Saman finna vit røttu loysnina til tín og tykkum. Ring til Eydnu.

Eydna Hansdóttir Djurhuus

Event Manager