Vilt tú bestemma, tá stjórin fer heim?
Ert tú b-menniskja við stóra B, og fært mest burtur úr um náttina? Tekur tú ábyrgd og dugir tú vælvið tølum? So ert tú náttarvørðurin, okkum tørvar. Hjá okkum hevur náttarvørðurin alt at siga – tí tákunnu hini starvsfólkini sova trygt um náttina, og møta aftur til arbeiðis til eitt væl rikið hotell.
Hotellið er partur av navnframu altjóða Hilton-ketuni, ið veitir sama høga tænastustig og dygd fráParís til Hong Kong og frá New York til Tórshavn.
Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú verður við til atmynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgar altjóða standardir, og hargestirnir vænta og skulu fáa eina uppliving og tænastu í heimsklassa.
Vit vænta, at tú
- hevur góð samskiftisevni í skrift og talu (føroyskt, skandinaviskt og enskt)
- góðar kt-førleikar
- brennir fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
- ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
- trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg
- sært virði í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum á besta møguliga hátt
Setan
Starvið er um náttina, gerandisdagar og í vikuskiftinum. Arbeitt verður aðruhvørja viku, einaarbeiðsviku og eina fríviku.
Løn og setanartreytir sambært galdandi sáttmála.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo í seinasta lagi 18. mars 2024 og samrøður verða stutt eftir tað.
Byrjanardagur er 1. apríl ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Barbaru á Líðarenda á
barbara@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 76 20 17.
Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands er einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðarkundaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframuHilton-ketuni, ið hevur 173 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úrm.a. Asia og USA, har Hiltonketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartúnog góðar ráðstevnu- og fundarumstøður