Tænastuleiðari til Hilton Garden Inn

Um starvið

Sum Tænastuleiðari fært tú fulla ábyrgd av bæði dagliga rakstrinum og strategisku menningini av tænastuvirkseminum hjá Hilton Garden Inn. Tú tryggjar høga góðsku í gestaupplivingini, góð fíggjarlig úrslit og eitt motiverað toymi. Tænastudeildin á Hilton Garden Inn fevnur um morgunmatarmatstovu, miðmála, kvøldmatstovuna Hallartún, fundar- & veitsluvirksemi umframt vistveiting. Tænastuleiðarin hevur evstu ábyrgd og kann hava skikkaði fólk undir sær.

Tínar høvuðsuppgávur
  • Yvirskipað ábyrgd av fíggjarliga rakstrinum (At halda fíggjarætlan og røkka ítøkilig mál)
  • Leiðsla og menning av Tænastutoyminum við fokusi á úrslit og trivnað
  • Vaktarskipan
  • Tryggja høga góðsku í vørum og tænastum
  • Menning og íverksetan av F&B strategi og konseptum
  • Menna og viðlíkhalda arbeiðsgongdir og effektivisera raksturin
  • Setan, onboarding og støðug venjing av starvsfólkum
  • Skapa eina sterka mentan við fokus á at skapa úrslit og góðar upplivingar
Vit vænta, at tú
  • Hevur royndir frá líknandi leiðslustarvi innan hotell ella matstovu
  • Er sterk/-ur innan rakstur og fíggjarstýring
  • Hevur góðar leiðslueginleikar og dugir at motivera starvsfólk
  • Arbeiðir skipað og hevur eyga fyri smálutum
  • Hevur handilsliga fatan og dugir at menna virksemið
  • Trívist í einum umhvørvi við høgum tempo
Vit bjóða
  • Eitt týdningarmikið leiðslustarv við stórari ávirkan
  • Møguleika at seta tín dám á menningina av Tænastudeildini
  • Partur av einari altjóða hotellketu við sterkum standardum og menningarmøguleikum
  • Eitt professionelt og ambitiøst arbeiðsumhvørvi
  • Kappingarføra løn og starvstreytir
  • Góðar ágóðar
Setan

Starvið verður sett eftir avtalu. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. juni 2026. Vit halda samrøður leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?

Set teg so í samband við Rógva Mikkelsen, stjóra, á rogvi@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 29 40 40

Um okkum:

Hilton Garden Inn Faroe Islands er altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar gestaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 283 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður.