Náttarvørður til Hilton Garden inn 

Ert tú b-menniskja við stóra B, og fært mest burtur úr um náttina? Tekur tú ábyrgd og dugir tú væl við tølum? So ert tú náttarvørðurin, okkum tørvar. Hjá okkum hevur náttarvørðurin alt at siga – tí tá kunnu hini starvsfólkini sova trygt um náttina, og møta aftur til arbeiðis til eitt væl rikið hotell. Hotellið er partur av navnframu altjóða Hilton-ketuni, ið veitir sama høga tænastustig og dygd frá París til Hong Kong og frá New York til Tórshavn.  

Vit bjóða  

Eitt spennandi arbeiðspláss, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú verður við til at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgar altjóða standardir, og har gestirnir vænta og skulu fáa eina uppliving og tænastu í heimsklassa.  

Vit vænta, at tú  

• Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu (føroyskt, skandinaviskt og enskt)  

• Góðar kt-førleikar  

• Brennir fyri tænastu- og ferðavinnufakinum  

• Ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd  

• Trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg  

• Sært virði í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum á besta møguliga hátt  

Setan  

Starvið er um náttina, bæði gerandisdagar og í vikuskiftum. Arbeitt verður aðruhvørja viku – eina arbeiðsviku og eina fríviku. Í vikunum, har arbeitt ikki verður um náttina, kunnu dagvaktir eisini koma fyri. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála. 

Umsókn  

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo í seinasta lagi 14. august 2026 og samrøður verða hildnar leypandi.  

Byrjanardagur er sum skjótast, ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.  

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Elsu í Hjøllum á elsa@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 28 77 07.  

Um okkum  

Hilton Garden Inn Faroe Islands er einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar kundaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 173 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton ketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður