
Starvsfólk til Hallartún
Hallartún á Hilton Garden Inn Faroe Islands er ein og fremstu matstovunum í føroyum og vit leita eftir ágrýtnum starvsfólki at arbeiða bæði kvøld og vikuskiftisvaktir.
Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss í eini matstovu, sum altíð er í menning. Tú verður partur av einum góðum og konstruktivum matstovutoymi og einum framsøknum arbeiðsplássi. Vit hava høgar altjóða standardir, har gestirnir vænta og skulu fáa uppliving og tænastu í heimsklassa.
Vit vænta at tú
- klárar at málbera teg á føroyskum, enskum og skandinaviskum
- hevur gott fólkatekki
- ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
- trívist í einum umhvørvi, har bæði ferðin og krøvini eru høg
- sært virði í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum
Royndir innan barr og matstovu hevur fyrimunir.
Setan
Talan er um eitt fast starv, sum er í vaktum á kvøldi og í vikuskiftinum. Løn og setanartreytir sambært galdandi sáttmála.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 29. juli 2024 Vit halda samrøður leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Ragnar Fjallstein Dam, F&B Manager, á bar@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 59 26 52.